
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava slept ætlanini um at selja Gamla apotek

Á ólavsøku flyta politisku flokkarnir úr Gamla apoteki við Áarvegin í Havn niðan í bygningin hjá Havnar Arbeiðarafelag við Tinghúsvegin, sum løgtingið hevur leigað.
Samstundis er Landsverk, sum hevur hildið til í bygningunum hjá Havnar Arbeiðarafelag, flutt í umsitingarbygning úti við Strond.
Bjørt Samuelsen er forkvinna í løgtinginum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ætlanin hevur verið at selja Gamla apotek, men nýggi formansskapurin í løgtinginum hevur slept hesi ætlan, tí Gamla apotek skal brúkast til onnur endamál, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum.
Gamla apotek er í ringum standi, og nógv skal gerast við bygningin, sigur Bjørt Samuelsen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Politisku flokkarnir fáa nógv betri umstøður í hølunum við Tinghúsvegin, og pláss verður fyri einum upp í trý løgtingsfólk á hvørjari skrivstovu, sigur Bjørt Samuelsen.