Leiðandi rentan í Noregi er nú trý prosent

Leiðandi rentan í Noregi er nú trý prosent
Norski tjóðbankin hevur hækkað rentuna fyri at temja inflatiónina
Ida Wolden Bache, tjóðbankastjóri, boðaði frá rentuhækkingini á tíðindafundi fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.03.2023 - 11:23

Norski tjoðbankin hækkar nú leiðandi rentuna 0,25 prosentstig, upp í trý prosent. 

Nevndin tjóðbankanum metir, at neyðugt er við hægri rentu fyri at temja inflatiónina, sum er hækkað nógv.

Vøksturin í norska búskapinum er minkaður nakað, men nógv virksemi er framvegis. 

Arbeiðsmarknaðinum vantar manglar fólk, og lønirnar hækka.

 

Norðmenn kunnu vænta, at leiðandi rentan hækkar aftur í mai, sigur tjóðbankastjórin. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hækking aftur í mai

- Stór óvissa er um búskaparligu gongdina, men verður tað, sum vit nú halda, hækka vit leiðandi rentuna aftur í mai, sigur stjórin í norska tjóðbankanum, Ida Wolden Bache.

Hvussu gongdin við rentuni verður frameftir, veldst um búskaparligu gongdina, sigur Norges Bank.

Framrokningin fyri leiðandi rentuna er dagførd, og hon vísir, at leiðandi rentan fer upp í umleið 3,5 prosent.

Í desember hækkaði norski tjóðbankin leiðandi rentuna 0,25 prosentstig, upp í 2,75 prosent. 

Metingin var eftir tað, at leiðandi rentan helst fór at hækka meira í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109