Noreg fer at kanna kjarnorku

Noreg fer at kanna kjarnorku
200 milliónir kr. eru játtaðar til miðstøð fyri kjarnorkugranking
Ferð er seinastu tíðina komin á kjakið um kjarnorkuverk eftir orkukreppuna í Evropa. (Savnsmynd)
 
23.03.2023 - 09:08

Norska stjórnin hevur játtað 200 milliónir krónur til eina miðstøð fyri kjarnorkugransking. 

Tað eru góðar 130 milliónir krónur í okkara peningi.

Endamálið er at styrkja kunnleikan um kjarnorku.

Ferð er seinastu tíðina komin á kjakið um kjarnorkuverk eftir orkukreppuna í Evropa.

- Vit eru kringsett av londum við kjarnorku, sum ælta at menna nýggja kjarnorku fyri at tryggja sær støðuga orkuveiting, sigur Ola Borten Moe, granskingar- og útbúgvingarráðharri, sambært NTB.

- Tí er neyðugt hjá okkum at hava fakkunnleika, sum kann meta og handfara hendingar við geislavirknari dálking, sigur Ola Borten Moe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109