Limir í rættarnevndini: Vit eiga at taka ímóti flóttafólki

Limir í rættarnevndini: Vit eiga at taka ímóti flóttafólki
Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólki úr øðrum londum. Vit skulu ikki gera mun a menniskjum
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.03.2023 - 14:01

Tað søgdu tey fýra í rættarnevndini, Hervør Pállsdóttir, Kristianna Winther Poulsen, Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen, í Breddanum fyrrapartin.

- Vit eiga at taka ábyrgd í heiminum og gera eina skipan, soleiðis at vit kunnu taka ímóti kvotuflóttafólki, har tað verður ásett, hvussu nógvum flóttafólkum, vit kunnu taka ímóti.

 

Helgi Abrahamsen umboðar Sambandsflokkin í rættarnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tað søgdu Hervør Pállsdóttir og Kristianna Winther Poulsen úr samgonguflokkunum, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. 

Tað hevur eisini týdning, at vit hugsa praktiskt og hjálpa á staðnum, har sum tørvur er á tí, søgdu Helgi Abrahmsen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22032023_Flottafolk


 

Allur Breddin kann hoyrast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301