- Tíðindi, mentan og ítróttur
12.000 kr. í hjálparískoyti og størri familjuískoyti
12.000 kr. í hjálparískoyti og størri familjuískoyti
Løgtingið hevur avgreitt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum. Uppskotið var einmælt samtykt við triðju viðgerð

Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
22.03.2023 - 13:49
Eitt samt Løgting hevur í dag endaliga samtykt uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, um familju- og hjálparískoyti.
Nú kunnu húski, ið eru fíggjarliga sperd fáa ein fíggjarligan styrk.
Umframt at húski við lágum inntøkum, og sum ikki hava ognir av týdningi, kunnu søkja um hjálparískoyti, hækkar vanliga familjuískoytið í eitt tíðarskeið.
Øll húski, barnafamiljur, fólkapensjónistar og onnur, kunnu søkja um hjálparískoyti, ið er ein eingangsstuðul á 12.000 kr.
Familjuískoytið hækkar 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið frá juni og tað, sum er eftir av hesum árinum.
Hoyr samrøðu við Sirið Stenberg í úitvarpstíðindunum:
22032023_Sirid_um_iskoyti
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV