Viðgera starvsheiti hjá løgtings- og landsstýrisfólkum í dag

Viðgera starvsheiti hjá løgtings- og landsstýrisfólkum í dag
Formansskapurin skjýtur m.a. upp, at løgkvinna, løgtingsforkvinna og næstforkvinna verða javnsett starvsheiti
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, og hini í formansskapinum eiga uppskotið um at broyta starvsheitið hjá løgtings- og landsstýrisfólkum.
 
22.03.2023 - 10:20

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá formansskapinum um at broyta starvsheitini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum.

Formansskapurin skjýtur upp, at heitini landsstýrisfólk, løgtingsfólk og tingfólk skulu setast í lógina samstundis sum landsstýriskvinna, løgtingskvinna og tingkvinna eins og landsstýrismaður, løgtingsmaður og tingmaður verða javnsett sum almenn starvsheiti. 

Fyri starvsheitini løgmaður, løgtingsformaður og næstformaður er ætlanin, at løgkvinna, løgtingsforkvinna og næstforkvinna verða javnsett starvsheiti.

Tingið fer eisini at viðgera uppskotið frá landsstýrinum um at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum í Havn og uppskotið hjá Miðflokkinum um at taka oljuavgjaldið av.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um, at arbeiðsinntøka ikki longur skal mótroknast í pensjónini, fær eisini fyrstu viðgerð í tinginum í dag.

Uppskotið um hjálparískoyti og at hækka familjuískoytið fær triðju og endaligu viðgerð í tinginum í dag.

Við aðru viðgerð var tað einmælt samtykt.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301