Flotin í Barentshavinum sleppur bíligari

Flotin í Barentshavinum sleppur bíligari
Broytingar verða gjørdar í uppskotunum um veiðigjøld og tilfeingisgjøld í alivinnuni, og kommunurnar fáa bæði burtur av tøkugjaldinum og veiðigjaldinum, sigur løgmaður
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2023 - 13:13

Landsstýrið hevur í dag borið 14 uppskot í løgtingið, sum skulu eftirkannast, áðrenn tey verða løgd fram.

Síðsti framløgudagur er farin, men av tí at uppskotini hava 17 undirskriftir, ber til at leggja tey fram, eftir at freistin er farin.

Broytingar eru millum annað gjørdar í uppskotinum um tøkugjald í alivinnuni og  uppskotinum um veiðigjald.

 

Sjúrðarberg er ein av trolarunum, sum fiska í Barentshavinum.

 

Broytingarnar í veiðigjøldunum hava m.a. við sær, at gjøldini, sum skipini í Barentshavinum skulu gjalda, verða lækkað. Samgongan skeyt upprunaliga upp, at gjaldið frá Barentshavsflotanum skuldi tvífaldast.

Kommunufelagið hevur gjørt vart við, at tær fáa ov lítið, men nú skjýtur landsstýrið upp, at kommurnar skulu bæði fáa burtur av tøkugjaldinum og veiðigjaldinum.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen, løgmann, í útvarpstíðindunum: 

 

21032023_Aksel_um_uppskot

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301