Ráðført seg við uttanlandsnevndina um herskipavitjanir

Ráðført seg við uttanlandsnevndina um herskipavitjanir
Hesa vikuna koma fimm herskip úr Noregi, Týsklandi, Belgia og Niðurlondum á Havnina
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ráðførdi seg við uttanlandsnevndina í dag.
 
20.03.2023 - 16:10

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur í dag ráðført seg við uttanlandsnevndina, hvussu føroyskir myndugleikar viðgera umbønir frá herskipum at koma í føroyska havn.

Hesa vikuna koma fimm herskip úr Noregi, Týsklandi, Belgia og Niðurlondum á Havnina.

Tvey av skipunum eru komin, og hini koma eftir ætlan í morgin og mikudagin.

Talan er um ein minuruddarabólk undir NATO, Standing NATO Maritime Mine Countermeasure Group One.

Bólkurin hevur verið í Noregi, og er á veg suðuryvir, nú steðgað verður í Føroyum.

Diplomatisk loyvi til slíkar vitjanir eru treytað av, at skipini ikki hava evnafrøðilig, lívfrøðilig, geislavirkin ella kjarnorkuvápn ella lutir til slík vápn umborð, sigur Uttanríkis- og vnnumálaráðið.

Vitjanin skuldi eftir upprunaligu ætlanini vera seinni í vikuni, men fyri veður er hon framskundað, og varir helst til mánadagin 27. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238