- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið skal ikki leggja seg út í lønarviðurskifti
Landsstýrið skal ikki leggja seg út í lønarviðurskifti
Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at arbeiðsmarknaðurin skal viðgera lønarviðurskifti og ikki politiska skipanin

Tórbjørn Jacosen er formaður í Kommunufelagnum.
20.03.2023 - 12:20
- Tað er ein trupulleiki hjá kommununum, tá ið landsstýrið leggur seg út í lønarviðurskifti, sum kommunurnar varða av.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og formaður í Kommunufelagnum, nú tað í samgonguskjalinum er staðfest, at lægstløntu lønarbólkarnir á umsorgarnarøkinum skulu hava eitt lutfalsliga stórt lønarlyft.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
20032023_Tobbi_um_lonarlyft
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur sagt, at samráðingarleisturin er ikki funnin enn, og tí er ikki avgjørt, um lønarlyftið skal fremjast við lóg ella við samráðingum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV