Umbyggja høli hjá Apoteksverkinum

Umbyggja høli hjá Apoteksverkinum
Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag
Á framleiðsludeildini hjá Apoteksverkinum verða gjørdar 200 vørur. (Savnsmynd: Apoteksverkið)
 
20.03.2023 - 10:18

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá landsstýrinum um at umbyggja hølini hjá Apoteksverkinum við Staraveg í Havn fyri 19 milliónir kr.

Heilsumálaráðið hevur biðið heimildina. 

Partur av goymsluhøllini skal gerast til tvær hæddir. Nýggj avgreiðsla og nýtt goymslurúm skulu gerast og fleiri høli til fundir og undirvísing. Eisini skulu gerast skrivstovur og felags matstova. 

 

Liðugt næsta ár

Umbyggingin skal vera liðug næsta ár.

Verkætlanin er mett at kosta 20 mió. kr., tí ein millión er longu brúkt til fyrireiking.

Á framleiðsludeildini hjá Apoteksverkinum verða gjørdar 200 vørur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238