Atkvøða um hjálparpakka í dag

Atkvøða um hjálparpakka í dag
Øll trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum frá landsstýrinum
Gerandisvørur eru framvegis dýrar at keypa. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.03.2023 - 09:08

Øll trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um hjálpartiltøk í sambandi við prísvøksturin.

Málið kemur til aðru viðgerð í dag, og tá verður eisini atkvøtt í málinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur skotið upp at veita fíggjarligan stuðul upp á 12.000 kr., sum verður goldin eina ferð.

Harumframt hækkar vanliga familjuískoytið frá 1. juni til 31. desember 2023 við 750 kr. fyri hvørt barnið, soleiðis at barnafamiljur við lágum inntøkum, og sum ikki hava ognir, fáa eyka fíggjarligan styrk. 

 

Gerandisvørur framvegis dýrar

Hjálparískoytið er ikki treytað av, at húskið hevur útreiðslur til olju at hita bústaðin.

Landsstýrið sigur, at oljan er ikki longur so dýr, sum hon hevur verið, men gerandisvørur eru framvegis dýrar.

Harumframt er markið fyri inntøku hækkað úr ávikavist 390.000 og 410.000 kr. upp til 440.000 kr., og hjá persónum yngri enn 23 ár er ogn upp til 50.000 kr. undantikin.

 

Taka uppskotið aftur

Sambandsflokkurin hevur lagt líknandi uppskot fram. Tað er eisini til viðgerðar í trivnaðarnevndini.

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Sambandsflokkinum, sigur við útvarpið, at tá ið uppskotið hjá samgonguni verður samtykt, fer flokkurin at boða frá, at hann fer at taka sítt uppskot aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155