- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stroymingartænastur rinda umleið 10 milliónir í mvg

Sambært upplýsingum frá TAKS, rinda útlendskar fyritøkur millum níggju og 10 mió. kr. í landskassan árliga í meirvirðisgjaldi av tænastum sum heild.
Upphæddin veksur spakuliga, sigur TAKS.
Sostatt kemur, sum er, ein stórur partur av meirvirðisgjaldinum, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., í føroyska landskassan.
Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður, spurdi Ruth Vang, landsstýriskvinnu, hvussu hon ætlar at virka fyri, at meirvirðisgjald, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., kemur í føroyska landskassan.
Eiga at rinda minst 14 mió. kr.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum svarar, at TAKS kannar í løtuni, hvussu tað ber til at fáa fleiri tænastuveitarar at lata seg MVG-skráseta í Føroyum.
Síðani vísir hon til tey tøl, sum eru tøk - millum annað at útlendskar fyritøkur rinda millum níggju og 10 mió. kr. í landskassan árliga í MVG av tænastum.
Hendan upphædd er tó í minna lagi, um allar útlendskar stroymingartænastur skuldu rinda meirvirðisgjald í Føroyum.
Ein leyslig útrokning frá 2020 vísti, at meirvirðisgjald fyri útlendska stroyming í Føroyum átti at givið í minsta lagi 14 milliónir krónur í landskassan.