- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimleys: Land og kommunur skulu finna eina loysn

Land og kommunur skulu tosa saman um eina loysn til tey heimleysu.
Herbergini eru ikki ætlað til longri uppihald, sigur Sirið Stenberg, landstýriskvinna.
Landið eigur ábyrgd av teimum heimleysu, men neyðugt er eisini at tosa við kommunurnar um málið, tí hetta er ein samansettur trupulleiki, sigur hon.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Á fíggjarlógini í fjør vóru fýra milliónir og 684.000 kr. settar av til Herbergið í Havn.
Á fíggarlógini á verða 700.000 kr. settar av aftrat.
Peningurin fara tó ikki til nýtt virksemi men er liður í at yvirtaka økið frá norska Frelsunarherinum, sum fíggjar meginpartin av føroysku herbergunum. Hendan yvirtøkan fer at taka tvey til trý ár afturat.