Einmælt samtykt at yvirtaka farsóttarøkið

Einmælt samtykt at yvirtaka farsóttarøkið
Yvirtøkan verður 1.januar 2024
Politiska skipanin sá skjótt, tá korona herjaði, at rætt og neyðugt var at yvirtaka farsóttarmálsøkið, siga landsstýrisfólk og løgtingsfólk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.03.2023 - 10:36

Øll 27, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu í gjár fyri at yvirtaka farsóttarmálsøkið.

Politiska skipanin sá skjótt, tá korona herjaði, at rætt og neyðugt var at yvirtaka farsóttarmálsøkið, siga landsstýrisfólk og løgtingsfólk. 

Tey halda einki vera at ivast í, at samfelagið og myndugleikin í Føroyum eru búgvin til at taka ábyrgd á hesum málsøkinum og skipa føroyskar loysnir eftir egnum fortreytum. 

Yvirtøkan verður 1.januar 2024.

Triðja viðgerð verður mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238