Hagtøl gerast um heimleys, sum ikki sova í herbergum

Hagtøl gerast um heimleys, sum ikki sova í herbergum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu
Arbeiðið at loysa vandamálini hjá heimleysum er uppraðfest nógv, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.
 
17.03.2023 - 08:12

Hagtøl skulu eisini gerast um heimleys, sum sova í almenna rúminum, tað er ikki í herbergum.

Arbeiðið at loysa vandamálini hjá heimleysum er uppraðfest nógv, stig verða tikin á nógvum mótum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Hon hevur svarað spurningi frá Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, um heimloysi.

Sirið Stenberg sigur, at Almannamálaráðið er farið undir at kortleggja heimloysi.

 

Uppskot um átøk

Síðani er ætlanin at gera uppskot um, hvørji munagóð átøk kunnu gerast.

Tá hetta arbeiðið er liðugt, kann støða takast til, um farast skal undir at gera eina heildarætlan, ella um arbeiðast skal við øðrum loysnum, sigur landsstýriskvinnan.     

Hon er eisini farin undir nøkur ítøkilig átøk fyri heimleys, sum hava stórar sálarligar og sosialar trupulleikar.

Sum dømi kann nevnast, at Almanna- og mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu ætla at gera nøkur átøk fyri at betra um korini hjá teimum heimleysu, sum halda til í miðbýnum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238