- Tíðindi, mentan og ítróttur
Afturbering fær fleiri filmsverkætlanir til Føroya

- Hetta kann hjálpa okkum at fáa fleiri filmsverkætlanir til Føroya.
Tað sigur stýrisformaðurin í Filmshúsinum, sum hevur gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðið um broytingar í lógini um afturbering til teirra, sum koma til Føroya at gera film.
Uppskotið er, at filmar, sum kosta minni enn 20 milliónir at gera, fáa 25 prosent í afturbering úr landskassanum.
Er talan um verkætlan, sum kostar meira enn 20 milliónir krónur, kann umsøkjarin fáa afturborið 25 prosent av útreiðslunum, sum eru hildnar í Føroyum, um játtan er í fíggjarlógini.
Hoyr samrøðu við Jan Jørgensen, stýrisformann í Filmshúsinum, í útvarpstíðindunum:
Til tess at fáa eina greiða meting um tær útreiðslur, sum kunnu standast av broytingini, skal Filmshúsið á hvørjum ári gera eina skikkaða meting um væntaðar útreiðslur.
Í fíggjarlógini fyri 2023 er ætlanin at biðja um størri játtan enn nú til afturberingina.