- Tíðindi, mentan og ítróttur
Peningastovnarnir taka undir við revsitiltøkum móti Russlandi

Felagið Peningastovnar tekur undir við danska lógaruppskotinum, sum skal tryggja, at Føroyar seta revsitiltøk í verk móti Russlandi og Hvítarusslandi fyri málsøki, sum ikki eru yvirtikin.
Á tann hátt vera einsháttaðar reglur í ríkisfelagsskapinum hesum viðvíkjandi tryggjaðar.
Tá talan er um revsitiltøk í sambandi við málsøki, sum Føroyar ikki hava yvirtikið, kunnu Føroyar ikki seta revsitiltøk í verk.
Tað ætlar danski vinnumálaráðharrin Morten Bødskov at broyta við lóg, sum ger, at ES-revsitiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, eisini vera galdandi fyri Føroyar.
Talan er um ES-revsitiltøk, tí Danmark er í ES.
Kom í fólkatingið í gjár
Lógaruppskotið hjá Morten Bødskov hevur verið til hoyringar.
Miðað var eftir, at tað kundi leggjast fram 14.mars. Uppskotið kom i fólkatingið í gjár.
Tað er ikki komið í løgtingið enn.
Ætlanin er, at tað skal viðgerast samstundis í løgtinginum og í fólkatinginum.
Eitt uppskot um tað sama er um Grønland.