- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samtykkja at yvirtaka farsóttarøkið í dag

Á tingfundinum í dag eru onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla um yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum og um lóg um myndugleikaflytingar millum Danmarkar og Føroya, tí farsóttarmálsøkið skal yvirtakast.
Uppskotini vera samtykt, tí bæði samgongan, sum eigur uppskotini, og andstøðan taka undir við teimum.
Uttanlandsnevndin og trivnaðarnevndin, sum hava viðgjørt uppskotini, eru samdar um at taka undir við teimum.
Politiska skipanin sá skjótt, tá korona herjaði, at rætt og neyðugt var at yvirtaka farsóttarmálsøkið, siga landsstýrisfólk og løgtingsfólk.
Tað er einki at ivast í, at samfelagið og myndugleikin í Føroyum eru búgvin til at taka ábyrgd á hesum málsøkinum og skipa føroyskar loysnir eftir egnum fortreytum.
Yvirtøkan er 1.januar 2024.
Tríggjar fyrstu viðgerðir eru eisini á skránni í dag. Millum annað hevur Mentamálaráðið uppskot um bókasavnslóg.
Uppskotini hjá Fólkaflokkinum um, at pengarnir skulu fylgja barninum, og uppskotið til samtyktar hjá Miðflokkinum um at verja børnini móti porno og øðrum ágangi á internetinum hava eisini fyrstu viðgerð í dag.
Tingfundurin í dag byrjar klokkan eitt.