Danski staturin veðheldur fyri lánum til Føroyar og Grønlands

Danski staturin veðheldur fyri lánum til Føroyar og Grønlands
Føroyskir myndugleikar hava ikki áhuga at brúka møguleikan nú
Morten Bødskov, vinnumálaráðharri, hevur svarað fyrispurningi frá Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.03.2023 - 15:34

Føroyskar og grønlendskar kommunur kunnu fáa 100 prosent í veðhaldi frá danska statinum, tá tær læna pengar frá, ella gera avtalu um langtíðarleigu, við KommuneKredit. 

Tað er ætlanin við einum lógaruppskoti frá donsku stjórnini.

Morten Bødskov, vinnumálaráðharri, hevur svarað spurningi frá Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu.

 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Karmarnir um lánini koma í avtalu millum KommuneKredit, danskar, grønlendskar og føroyskar myndugleikar.

Sambært Morten Bødskov hevur danska Fíggjarmálaráðið sagt við Vinnumálaráðið, at føroyskir myndugleikar hava ikki áhuga nú at brúka møguleikan.

Samráðingar eru millum Fíggjarmálaráðið og myndugleikar í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519