- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filmsgerð: Skulu fáa 25 prosent í afturbering

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um broytingar í lógini um afturbering til teirra, sum koma til Føroya at gera film.
Lógaruppskotið skal fáa til vegar víðari heimild og fastari karmar at bera aftur part av útreiðslunum, sum eru brúktar til filmsgerð í Føroyum.
Føroyar eru í harðari kapping við onnur lond um slíkar framleiðslur. Tí er umráðandi, at Føroyar hava somu skipanir sum grannalondini, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Filmshúsið skal alt fyri eitt, tá umsóknir koma, boða umsøkjaranum frá, um afturbering verður latin.
25 prosent í afturbering
Uppskotið er, at filmar, sum kosta minni enn 20 milliónir at gera, fáa 25 prosent í afturbering úr landskassanum.
Er talan um verkætlan, sum kostar meira enn 20 milliónir krónur, kann umsøkjarin fáa afturborið 25 prosent av útreiðslunum, sum eru hildnar í Føroyum, um játtan er í fíggjarlógini.
Til tess at fáa eina greiða meting um tær útreiðslur, sum kunnu standast av broytingini, skal Filmshúsið á hvørjum ári gera eina skikkaða meting um væntaðar útreiðslur.
200.000 kr. settar av
Í fíggjarlógini fyri 2023 er ætlanin at biðja um størri játtan enn nú til afturberingina.
Í løtuni eru 200.000 kr. í fíggjarlógini.
Uppskotið er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er sera stutt. Hon er til fríggjadagin á middegi.