Andstøðuuppskot um príseftirlit fær góða undirtøku

Andstøðuuppskot um príseftirlit fær góða undirtøku
Miðflokkurin skjýtur upp at seta á stovn príseftirlit
Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana í Miðflokkinum eiga uppskotið til samtyktar um príseftirlit.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.03.2023 - 13:30

Búskaparliga javnvágin í Føroyum er nógv skeiklað og broytt, síðani Russland byrjaði sítt vanlukkuliga kríggj móti Ukraina. 

Tað stendur millum annað í viðmerkinginum í uppskot til samtyktar frá Miðflokkinum um at seta á stovn príseftirlit. 

Talan er um hækkandi matvøruprísir, ovurhonds príshækkingar á brennievni, neyðsynjarvørum, streymi og byggitilfari.

Serliga rakar hetta lág-og miðalinntøkubólkarnar, har neyðarrópini gerast fleiri og fleiri, og har neyðin tíverri longu er dagligur og óhugnaligur gestur, sigur Miðflokkurin.

Tingið viðgjørdi uppskotið í gjár, og tað fekk góða undirtøku, eisini frá samgongutinglimum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15032023_Priseftirlit


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238