- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at yvirtaka vitaverkið næsta ár
Ætla at yvirtaka vitaverkið næsta ár
24 vitar eru í Føroyum, og teir vera riknir frá Loranstøðini á Eiði

24 vitar eru í Føroyum, ein teirra er vitin í Mykinesi.
15.03.2023 - 08:42
Samgongan ætlar at yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk 1.juni næsta ár.
Yvirtøkan skal tó samtykkjast longu í hesi tingsetuni, ætlar samgongan.
24 vitar eru í Føroyum. Teir vera riknir frá Loranstøðini á Eiði.
Miðað verður eftir, at bygningarnir, sum eru tætt knýttir at rakstrinum hjá vitaverkinum, vera latnir føroyskum myndugleikum í sambandi við yvirtøkuna. Hetta skal leggjast fyri donsku fíggjarnevndina.
Yvirtøkan er mett at kosta fimm milliónir krónur.
At umsita vitaverk krevur trý ársverk og tíggju vitapassarar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV