Tvey uppskot um fíggjarliga hjálp til viðgerðar í dag

Tvey uppskot um fíggjarliga hjálp til viðgerðar í dag
Sambandsflokkurin eigur annað uppskotið og landsstýrið hitt
Sambandsflokkurin og landsstýrið hava hvør sítt uppskot um at hjálpa fíggjarliga sperdum, nú prísvøksturin er so stórur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.03.2023 - 08:25

Seks fyrstu viðgerðir eru á dagsskránni hjá løgtinginum í dag.

Eitt uppskot er frá Sambandsflokkinum um inflasjónsískoyti, sum er 12.000 kr.

Uppskotið um fíggjarliga hjálp hjá landsstýrinum er eisini á skránni í dag. Sambært tí kunnu húski søkja um hjálparískoyti, sum er 12.000 kr.

Vanliga familjuískoytið skal hækka í eitt avmarkað tíðarskeið, 750 kr. fyri hvørt barnið.

 

Skuldarmark hjá kommunum

Uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um, at veitingar frá landinum skulu telja við, tá skuldarmarkið hjá kommununum verður ásett, skal eisini viðgerast í dag.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra og javnseta kommunur soleiðis, at skuldarmarkið hjá kommununum verður sett í mun til inntøkugrundarlagið í kommununum.

Men fyrst skal løgtingið atkvøða, um heimið á Argjum til børn og ung við autismu skal fáa fýra milliónir krónur aftrat til byggingina, so kostnaðurin verður 43 mió. kr. í staðin fyri 39.

Fíggjarnevndin tekur undir við tí, men vil vísa á, at tað undrar og er ikki nøktandi, at so lutfalsliga høgur meirkostnaður, stív tíggju prosent, kemur, eftir at arbeiðið er boðið út og er byrjað.

Tingfundurin í dag er kl.11.00.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238