- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listasavnið: Umvæling og útbygging fara at kosta 60 mió. kr.

Tað fer at kosta 60 mió. kr. at umvæla og útbyggja Listaskálan og Listasavnið.
Hetta talið hevur fíggjarnevndin fingið frá Almanna- og mentamálaráðnum.
Í fíggjarlógini hava pengar verið til umvælingar í Listasavninum.
Í 2020, 2021 og 2022 vóru brúktar 2,8 mió.kr.
Upprunaliga var ætlanin, at játtanin skuldi brúkast til átrokandi umvælingar av takinum í Listaskálanum frá 1970.
Tann ætlanin varð slept, tí tað vísti seg, at Listaskálin var í so ringum standi, at tørvur var á høvuðsumvæling.
Mælt varð í staðin til at brúka játtanina til at projektera nýggja verkætlan, har Listaskálin skuldi umvælast og dagførast til at lúka nútíðar krøv til savnsbygningar.
Soppavøkstur
Men í juni 2021 boðaði Listasavn Føroya frá umfatandi soppavøkstri í nýggja bygninginum frá 1993.
Sum støðan var, var hildið at verða skynsamast at raðfesta umvælingina av nýggjara bygninginum frá 1993 fram um høvuðsumvælingina av Listaskálanum.
Landsverk stóð fyri tí arbeiðinum, sum var liðugt í februar 2022.
Listasavn Føroya hevur arbeitt víðari við ætlanunum um at høvuðsumvæla Listaskálan og útbyggja Listasavnið.
Tað er hendan ætlanin, sum er mett at kosta slakar 60 mió.kr.
Ætlanin er, at landið skal fíggja ein part av hesi verkætlanini, sigur Almanna- og mentamálaráðið.