Tvey aðalráð flyta

Tvey aðalráð flyta
Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið skulu hava nýggj høli
Almanna- og mentamálaráðið ætlar at flyta úr Eirargarði heim í miðbýin í Havn.
 
14.03.2023 - 13:56

Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið skulu flyta í onnur høli.

Landsverk søkir eftir leigumálum til stjórnarráðini.

Søkt var eftir leigumáli til Barna- og útbúgvingarráðið í februar. Tann freistin er farin.

Freistin at bjóða seg fram til at leiga Almanna- og mentamalaráðnum høli er til 28.mars.

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið er í húsunum hjá Havnar arbeiðarafelag við Tinghúsvegin.

 

Í báðum førum verður leitað eftir hølum nærhendis løgtinginum og Tinganesi.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið er í húsunum hjá Havnar arbeiðarafelag við Tinghúsvegin.

Har skal løgtingið inn.

Almanna- og mentamálaráðið er í Eirargarði, har sum Heilsumálaráðið eisini er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238