Bergur farin upp í Moderatarnar

Bergur farin upp í Moderatarnar
Bergur Løkke Rasmussen byrjaði í Vinstra 17 ára gamal. Hann er 33 ár, nú hann skiftir flokk
Fyrr vóru teir báðir í Vinstra - nú er Bergur Løkke Rasmussen eisini farin upp í Moderata flokkin.
 
14.03.2023 - 08:25

Bergur Løkke Rasmussen er farin úr Vinstra í flokkin hjá pápa sínum, Lars Løkke Rasmussen, sum eitur Moderatarnir.

Bergur Løkke Rasmussen er ikki í fólkatinginum, men hann er í ES-tinginum og limur í regiónsráðnum í Region Hovedstaden.

Í 2019 fekk hann 11.615 atkvøður á evropatingsvalinum.

Hann var fyrsti varamaður hjá Vinstra.

Eftir at Søren Gade aftur varð valdur í fólkatingið í november í fjør, fór hann úr ES tinginum, og Bergur Løkke Rasmusssen fekk sess hansara í Brússel.

Bergur Løkke Rasmussen byrjaði í Vinstra 17 ára gamal. Hann er 33 ár, nú hann skiftir flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238