Aðalorðaskifti um fiskivinnuna í dag

Aðalorðaskifti um fiskivinnuna í dag
Á nýggjárinum 2023 komu reglurnar um brúksskyldu á fiskirættindi í gildi
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum.
 
14.03.2023 - 08:21

Í dag fer løgtingið at viðgera frágreiðingina hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um fiskivinnuna síðani á nýggjárinum í fjør.

Aðalorðaskiftið byrjar klokkan 11.00.

Í frágreiðingini verður millum annað víst á, at á nýggjárinum í 2022 var seinasta freist hjá rættindahavarum at knýta síni veiðirættindi at ávísum fiskifari, sum fær veiðiloyvi. 

Á nýggjárinum 2023 komu reglurnar um brúksskyldu á fiskirættindi í gildi.

 

Støðulýsing um fiskiveiðieftirlitið

Í frágreiðingini er eisini ein støðulýsing um fiskiveiðieftirlitið.

Við er støðulýsingin hjá Havstovuni um tosk, hýsu, upsa, longu og gulllaks í føroyskum sjógvi og um makrel, svartkjaft og norðhavssild, sum ferðast millum londini.

Dennis Holm sigur, at yvirskipaða endamálið við sjófeingislógini er at hava eina dagførda lóg, sum setir greiðar lógarkarmar um, hvussu høvuðsvinna og høvuðstilfeingi okkara verður skipað og umsitið.

Átøk, sum Dennis Holm ætlar at fremja, eru lýst í frágreiðingini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238