Kommunur vilja hava prosentvísan part av gjøldunum

Kommunur vilja hava prosentvísan part av gjøldunum
Útrokningar hjá Kommunufelagnum vísa, at kommunur missa tíggjutals milliónir, tí gjøldini fara í landskassan
Kommunurnar vilja hava ávísan part av bæði tøku- og veiðigjaldinum. (Savnsmynd)
 
13.03.2023 - 18:00

Kommunurnar eiga at fáa ein prosentvísan part av bæði tøku- og veiðigjøldunum fyri at tryggja, at tær altíð verða skaðaleysar av broyttu gjøldunum, sum landið áleggur vinnuni. 

Tað mælir Kommunufelagið til, nú Fíggjarmálaráðið er í holt við at broyta gjøldini, sum alivinnan og fiskivinnan skulu rinda.

 

Tórbjørn Jacobsen er formaður í Kommunufelagnum.

 

Útrokningar hjá felagnum vísa, at kommunurnar missa tíggjutals milliónir árliga, tí tøku- og veiðigjøld fara í landskassan. 

Kommunufelagið mælir til er, at kommunurnar fáa 5,4 prosent av tøkugjaldinum og níggju prosent av veiðigjøldunum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

13032023_Tobbi_og_tokugjald

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238