- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimið til børn og ung við autismu fær størri játtan

Øll fíggjarnevndin tekur undir við at hækka fíggjarkarmin til bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu, sum verður bygt á Argjum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtinigð um heimild at hækka fíggjarkarmin úr 39 milliónum upp í 43 milliónir kr., soleiðis at heimið kann gerast liðugt eftir nýggju kostnaðarmetingini.
Meirkostnaðurin stendst av príshækkingum, størri brunakrøvum og seinkingum í byggitíðini.
Haraftrat eru tillagingar gjørdar í verkætlanini, eftir at hon var undirskrivað.
Fíggjarnevndin undrast á, og sigur tað ikki vera nøktandi, at meirkostnaðurin er góð 10 prosent, eftir at arbeiðið er boðið út, og arbeiðið er byrjað.
Málið kemur til aðru viðgerð í tinginum mikudagin.