Dátueftirlitið flytur ikki í ár

Dátueftirlitið flytur ikki í ár
Meirjáttanin til flytingina, sum var 540.000 kr., er minkað niður í 140.000 kr.
Ætlanin var, at Dátueftirlitið skuldi flyta úr Havn inn á Skálafjørðin í hesum árinum, men tað verður av ongum.
 
13.03.2023 - 08:46

Dátueftirlitið flytur ikki í ár.

Tað hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá løgmanni, sum í løtuni umsitur lógarmál.

Í fyrra uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 vóru 540.000 kr. til Dátueftirlitið í sambandi við flyting.

Løgmaður sigur, at mett verður ikki, at ein flyting kann fremjast í ár. Tí er meirjáttanin, sum var 540.000 kr., minkað niður í 140.000 kr. 

 

Skulu hava møguleika at rinda útreiðslur

Ein partur av meirjáttanini er varðveittur fyri at tryggja, at stovnurin hevur møguleika at rinda  útreiðslur í 2023, sum kunnu vera knýttar at fyrireiking til flytingina. 

Í september í fjør søkti Landsverk eftir leigumáli á eystara armi á Skálafjørðinum til Dátueftirlitið, sum skuldi flyta úr Havnini í ár.

Í fyrsta umfari var sóknast eftir fráboðanum frá áhugaðum útleigarum. 

Freistin at lata fráboðan um leigumál var til 14.oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321