- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kassar við atkvøðuseðlum fóru á flog

Grønlendsku myndugleikarnir hava nú gjørt eina sonevnda valbók, sum er ein frágreiðing um valið til Inatsisartut, sum var 11. mars.
Í valbókini stendur millum annað, at í tveimum førum er kassin við atkvøðuseðlunum horvin á veg frá valstaðnum til kommununa.
Í Aasiaat mistu fólk ein kassa við atkvøðuseðlum, sum fóru á flog í vindinum. Tað eydnaðist tó at finna allar atkvøðuseðlarnar aftur uttan tríggjar. Hetta vóru tríggjar atkvøður hjá Aki-Matildu Høegh-Dam.
Broytti ikki valúrslitið
Atkvøðurnar vóru longu taldar upp, og hesar tríggjar atkvøðurnar høvdu ikki broytt valúrslitið.
Í Ilulissat fann ein borgari ein horvnan kassa við atkvøðum. Hetta skuldi eitast at vera ein kassi við blankum og ógildaðum atkvøðum, men har vóru eisini tvær gildugar atkvøður til Anthon Frederiksen úr Naleraq í kassanum.
Valnevndin sigur sambært DR, at handfaringin av atkvøðuseðlunum er átaluverdur, men sigur eisini, at hetta hevur ikki havt nakran týdning fyri endaliga valúrslitið.