
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maersk bjóðar sær til at byggja nýggj verjuskip

Danska reiðaríið Maersk hevur bjóðað seg fram at hjálpa donsku myndugleikunum at byggja nýggj herskip.
Danska verjan skal hava nýggj skip, og tað skal helst ganga skjótt. Og nú váttar danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, fyri DR, at Maersk hevur bjóðað seg til at hjálpa við hesum.
Henda hjálpin kann koma sera væl við hjá Danmark, tí ongar skipasmiðjur eru í Danmark, sum kunnu smiða stór krígsskip. Og vanliga er long bíðitíð eftir slíkum skipum úti í heimi.
Maersk hevur hinvegin fastar avtalur við fleiri skipasmiðjur í Suðurkorea, har danska reiðaríið byggir síni bingjuskip, og tað kann loysa tann trupulleikan.
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Verjumálaráðharrin er fegin
- Maersk er ein heiðurskrýnd donsk fyritøka, sum hevur stoltar siðvenjur við at byggja skip, eisini verjuskip. Tí eri eg sjálvandi fegin um, at tey bjóða seg til at hjálpa við stóru uppgávuni at byggja nýggjar fregattir til verjuna", sigur Troels Lund Poulsen við DR.
Tað er ikki greitt, hvat tað er fyri hjálp, sum Maersk hevur bjóðað verjumálaráðnum.
Men um talan er um heilt liðug skip við suðurkoreanskum vápnum og stýrisskipanum, kann tað gerast ein trupulleiki, tí tað fer at krevja upplæring av manningini eins væl og tað verður truplari at viðlíkahalda og uppstiga skipini, siga serfrøðingar, sum DR hevur tosað við.