Null-hugsjón í mun til rúsdrekka

Null-hugsjón í mun til rúsdrekka
Vit skulu drekka sum minst av rúsdrekka, og ikki meir enn 10 eindir um vikuna, sigur Heilsustýrið.
07.04.2025 - 19:25

Í nýggjastu heilsukanningini av føroyingum sæst, at føroyskir menn drekka meira rúsdrekka enn danskir menn. Eisini sæst at 20% av føroyskum monnum og 6% av føroyskum kvinnum drekka meir enn 10 eindir um vikuna. Tað sigur Elisabet Skaalum Mikkelsen, fólkaheilsufrøðingur í Heilsustýrinum. 

Hon vísir eisini á, at aðaltilmælið um rúsdrekka frá Heilsustýrinum er, at vit skulu drekka sum minst. Og, vit skulu hægst drekka 10 alkoholeindir um vikuna. 

Tað gamla tilmælið um rúsdrekka var, at menn kundu drekka 21 eindir um vikuna og kvinnur 14 eindir. 

Triðstørsti vandin fyri sjúku og deyða í Evropa stendst av rúsdrekka. Tað skrivar Heilsustýrið í nýggju kanningini av heilsustøðuni hjá føroyingum.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Mánadag 7. apríl
Morgunlestur mánadagur 7.apríl 2025
190245
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286