Gula liðið aftur á asfaltinum

Gula liðið aftur á asfaltinum
Team Rynkeby súkklaði sín fyrsta royndartúr um vikuskiftið. Góð 70 fólk súkkla fyri børnini og egna heilsu, og málið er enn sum áður París
03.02.2025 - 17:46

Tey hava súkklað innandura í allan vetur, men nú skuldi eyðkenda gula Rynkeby-liðið royna seg á asfaltinum fyri fyrstu ferð í ár.

 - Vit savna allan hópin nakrar ferðir sum árið líður og lodda dýpið. Vita hvussu støðan er, segði Margith Lamhauge, liðskipari hjá Rynkeby-liðnum.

Góðir 70 súkklarar í øllum aldri og umleið 20 hjálparfólk eru við hesa ferð, og tey lótu væl at royndartúrinum sunnudagin av Oyrabakka til Kvívíkar og aftur.

 - Takk gekk fínt, haldi eg, og liðið virkar sum, at tað orkar væl. Hetta borgar fyri góðum, helt Niels Mortensen, sum hevur verið við øll árini síðan 2014, eftir loknan túr upp á góðar 60 kilometrar.

Niels Egholm er aldursforseti við sínum 71 árum. Hetta er aðru ferð, hann er við sum súkklari, og eisini hann helt, at hetta hevði verið ein fínur túrur.

 - Eitt sindur av regni í fyrstani, men tað endaði við sólskini, so tað er fínt.

Rannvá Magnadóttir er við á Rynkeby-liðnum fyri fyrstu ferð og dámdi væl royndartúrin.

 - Eg vænti at fáa øgiliga nógv burturúr. Fyrst og fremst, merki eg tað øgiliga væl. Tú kemur í góðan fysiskan form, og tú lærir nógv nýggj fólk at kenna, sigur hon.

Øll trý súkkla kortini fyrst og fremst fyri børnini, sum fáa ágóðan av peninginum, sum Team Rynkeby savnar inn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561