Eldsálin 2024: Ein mansaldur í Fløtugerði

Eldsálin 2024: Ein mansaldur í Fløtugerði
77 ára gamla Hildigarð Eliasen hevur í ein mansaldur tikið stór tøk fyri ÍF. Hon hevur sett ferðina eitt sindur niður síðstu árini, men er altíð til reiðar at hjálpa felagnum
21.01.2025 - 12:27

Fyrr var hon kend sum ÍF-mamman. Nú er 77 ára gamla Hildigarð Eliasen betur kend sum ÍF-omman.

Soleiðis er, tá árini ganga, og tú ert trúgv og áhaldandi í sama stað. Júst tað hevur Hildigarð verið síðan miðskeiðis í nítiárunum, tá hon fekk álitissess sum peningarøkil í nevndini hjá fótbóltsfelagnum í Fløtugerði.

- Tað vóru børnini, sum gjørdu tað. Serliga Símun (Eliasen, red.), hann vildi hava meg niðan at fylgja við, tá dystir vóru, og tað bleiv eg so bitin av. So eg helt fram at vera har uppi, sigur Hildigarð Eliasen, sum er í uppskoti at gerast ítróttaeldsálin 2024 hjá ÍSF.

 

Alskyns uppgávur fyri felagið

Hon fór undir uppgávuna við fullum huga frá byrjan. 

 - Limagjaldið má betalast. Ella er einki felag. Tað hevði nógv at siga, fortelur Hildigarð, men sum nevndarlimur hjá teimum reyðu og hvítu í Fuglafirði átók hon sær eitt ótal av uppgávum uttan himpr.

 - Hon er ein kvinna, sum hevur havt fingrarnar í tí mesta. Bæði tá tað kemur til innkeyp, barnakappingar og innandurakappingar, sigur samskiparin hjá ÍF Mary-Ann Zachariassen.

 - Hon selt lutaseðlar, hon hevur vaska. Og so er tað at savna vinningar til eydnuhjól og selja lýsingar til leikskránna, leggur kassameistarin Atli Petersen afturat, og listin kundi ivaleyst verið nógv longri.

 

Dugir væl at spyrja um hjálp

Í meir enn 20 ár, hevði Hildigarð sítt annað heim í gamla ÍF-húsinum í Fløtugerði, sum hon minnist aftur á við gleði. Fyri nøkrum árum síðan takkaði hon fyri seg í nevndini, men tekur fegin eitt tak, um felagið hevur tørv á hjálp, og tá nýggja ÍF-húsið var klárt fyri nøkrum árum síðan, varð Hildigarð biðin um at klippa snórin.

 - Hon sær, hvat manglar, og hon sær, nær tað manglar, greiðir ÍF-formaðurin, Njal Reinert-Petersen, frá.

 - Og um hon ikki fær gjørt tað sjálv, so er hon ein týpa, sum dugir væl at biðja um hjálp. Og hon er treisk. Um tú kanska hevur sagt nei mánadag, so kemur hon aftur mikudag og spyr uppaftur, um tað ikki ber til kortini. Og tað er nakað, sum skal til, um tú skalt vera ein persónur sum Hildigarð. 

 

Árini hava verið góð

Hildigarð Eliasen verður lýst sum eitt B-mennskja, sum ikki veruliga raknar við fyrrenn eftir middag, og mangan koma Yahtzee-terningarnir fram seint út á kvøldið, og í Heimistovu hevur hon mangan bjóðað heim til Champions League-finalur og líknandi.

 - Tey (árini, red.) hava kanska verið strævin, men tá tú ert í tí, fer tað bara. So gongur tað bara, sigur hon.

 - Eg minnist øgiliga væl, at hon sat ímillum okkum í ÍF-húsinum og spurdi okkum, hvussu tað gekk og alt hetta her. Hon hevur hugnað sær, og tað hevur helst verið drívkraftin hjá henni. Ja, hon hevur givið nógv, men hon hevur eisini fingið nógv aftur, heldur Atli Petersen, sum var ein av teimum, sum brúkti stóran part av síni tíð í Fløtugerði til venjing og hugna yvirhøvur. 

 - Hesi ungu hava eisini verið væl við meg, tað hava tey verið. Eg havi verið góð við tey, og tey við meg, sigur Hildigarð Eliasen.

 

Hildigarð Eliasen er í uppskoti til heiðurin Ítróttaeldsálina 2024, sum Ítróttasamband Føroya letur á árliga Ítróttafagnaðinum 1. februar.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097