Rørandi video: Heimskend rokkstjørna tosar kvinnu frá at leypa av brúgv

Rørandi video: Heimskend rokkstjørna tosar kvinnu frá at leypa av brúgv
Jon Bon Jovi, ið er oddamaður í heimskenda amerikanska rokkbólkinum Bon Jovi, kom týsdagin einari kvinnu til hjálpar, tá hon ætlaði at leypa av einari brúgv í Nashville
12.09.2024 - 12:26

Heimskenda amerikanska superstjørnan Jon Bon Jovi var í holt við at taka eitt sjónbandalag upp á einari brúgv í Nashville, tá hann varnaðist eina kvinnu, ið stóð klár at leypa av brúnni. 

Sambært løgregluni, so fór hendingin fram týsdagin á Seigenthaler Pedestrian brúnni, ið liggur tvørtur um Cumberland ánna. 

Á upptøkuni sæst eisini, at Jon Bon Jovi og eitt av hansara hjálparfólkum nærkast kvinnuni.

Tað sæst eisini, at tað eydnast Jon Bon Jovi og hjálparfólkinum at tosa kvinnuna frá at leypa. 

 

Bjargaðu kvinnuni

Tey hjálpa kvinnuni inn aftur á brúnna, har Jon Bon Jovi troystar kvinnuna og gevur henni eitt klemm, áðrenn tey fara leiðandi avstað við henni. 

Hendingin hevur fingið nógv uppmerksemi í USA, har øll eru á einum máli um, at Jon Bon Jovi er ein hetja fyri at bjarga kvinnuni. 

Jon Bov Jovi er kendur fyri at tosa søkina hjá miðalhampa amerikanarum í sínum sangum, eitt nú í "Livin' On A Prayer" av plátuni "Slippery When Wet".

Týsdagin vísti hann í verki, at tað eru ikki bara orð, men at amerikanska superstjørnan veruliga kennir við fólkum, ið hava tað trupult. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948