George Foreman deyður

George Foreman deyður
George Foreman var ein tann størsti innan boksing, men brúkti størstu orkuna til kirkjuligt arbeiði seinastu árini
George Foreman
Mynd: Michael Tran/AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.03.2025 - 11:53

Boksarin George Foreman doyði í gjárkvøldið, 76 ára gamal.

Hann verður mettur sum ein av teimum heilt stóru, tá tað kemur til boksing í tungvektsbólkinum. Hansara fyrsti sigur var, tá hann í 1968 vann gull á olympisku leikunum í Meksiko.

Hann er helst best kendur frá einum av mest umrøddu boskidystunum í søguni, tí sonevnda "Rumble in the Jungle" dystinum í 1974 móti Mohammed Ali í táverandi Zaire, núverandi Kongo. Tann dystin tapti George Foreman, hóast tey flestu høvdu væntað, at hann fór at vinna.

Í 1977 gavst hann at boksa, og stovnaði eina kirkju, Church of the Lord Jesus Christ, í Texas og fór at prædika. Hann fór tó aftur at boksa í 1987 fyri at savna pengar inn til eitt ungdómsheim. Hann vann aftur fleiri dystir, men varð sligin í gólvið av Evander Holyfield eftir tólv umfør í 1991. Hann vann tó heimsmeistaraheitið í tungvekt aftur í 1994, sum tann elsti nakrantíð - tá var hann 45 ára gamal.

Hann var giftur fimm ferðir og átti tíggju børn. Teir fimm synirnir itu allir George - so høvdu teir altíð nakað til felag, helt gamli George Foreman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr fríkirkjuni Oasan í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602