Zelenskyy: Orðadráttur er í lagi

Zelenskyy: Orðadráttur er í lagi
Volodymyr Zelenskyy er í hesi løtu gestur hjá amerikansku stjónvarpsstøðini, Fox News. Hann takkar framvegis USA og forsetanum, og sigur, at harður orðadráttur er í lagi
 
28.02.2025 - 23:07

Tað er í lagi við hørðum orðadrátti í slíkum støðum. Tað eru boðini frá Volodymyr Zelenskyy, sum í løtuni er gestur í sjónvarpsstovuni hjá Trump vinarligu sjónvarpsstøðini, Fox News.

Hann vil ikki geva Donald Trump nakra umbering fyri tað, sum hendi á fundinum í dag. Men hann heldur ikki, at tað var til fyrimuns fyri nakran av pørtunum, at fundurin bleiv soleiðis framman fyri rullandi myndatólum.

-Við allari virðing fyri fólkaræðinum, so skal man onkuntíð tosa erliga, men uttan upptøkutól, segði Volodymyr Zelenskyy.

Volodymyr Zelenskyy leggur dent á, at Ukraina og USA framvegis eru vinir og sameindir. Hann takkar eisini fyri innbjóðingina at koma til USA.

Men Volodymyr Zelenskyy leggur eisini dent á, at hann kann ikki bara siga ja til onkra avtalu, uttan so, at hon tryggjar veruligan og varandi frið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017