Ongin reglugerð um hvílutíð í Føroyum

Ongin reglugerð um hvílutíð í Føroyum
Tú kanst koyra lastbil so leingi tú vil, tí tað eru ongar reglugerðir um hvílutíðir, tá tú koyrir í lastbil ella buss. Í Norðurlondum eru fastar reglugerðir um júst hetta
23.07.2024 - 19:29

Ongar reglugerðir eru í Føroyum um hvílutíðir fyri lastbil-og bussførarar. Tað vil siga, at tú kanst koyra so leingi, sum tú vilt út í eitt, uttan at tú skalt halda nakran steðg.

- Um tú ert ov troyttur ella ov sjúkur, so skalt tú ikki koyra bil, men tú skalt hvíla. Men tað er ein torfør grein at prógva, sigur Karl Leonson, leiðari fyri ferðsluna, Føroya politi. 

Hann sigur eisini, at tað hevði verið hent hjá politinum at hava eitt tól, har ein kann síggja, at onkur hevur koyrt ov leingi.

 

Strangari reglugerð um hvílutíðir í øðrum londum

Í til dømis Danmark er reglugerðin væl strangari. Koyritíð skal í mesta lagi vera 4,5 tímar. Nýtt koyriskeið kann bert byrja, tá tilsamans í minsta lagi 45 minutta steðgur er hildin. Steðgirnir kunnu býtast soleiðis, at tað er ein stuttur steðgur á 15 minuttir og síðani ein longri steðgur á minst 30 minuttir.

Í mesta lagi 9 tímar kunnu ganga millum tvær dagligar hvílur. Einaferð um vikuna hevur ein lastbilførari rætt til hvíld í minsta lagi 45 tímar, og millum hvørja av hesum hvílum kunnu ikki ganga meira enn 6 dagar. Tað skulu í mesta lagi koyrast 56 tímar í eina viku.

 

Onga ætlan at gera broytingar

Dennis Holm, landsstýrismaður, umsitur ferðslulógina. Hann hevur ongar ætlanir um at gera nakrar broytingar og ivast eisini í, um hann fær politiska undirtøku. Hann fer tó møguliga at taka tað upp í heyst, tá hann hevur regluligan fund við Ferðslutrygd og Akstovuna.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109