- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brennievni verður selt fyri okursprís
Á Hálsinum í Sørvági selur Faroerental diesel til teirra, sum hava hug at keypa. Men ikki til ein vanligan prís, sum Effo og Magn vanliga selja brennievni fyri, men fyri 50 krónur fyri liturin - tvs. ein prís, sum er fýra ferðir tann prís, sum oljufeløgini vanliga selja fyri.
Um vikuskiftið lýsti Tummas Thomasen á Rótikassanum at til ber at keypa diesel frá honum. 415 litrar fyri í minsta lagi 20.000 krónur
Hann sigur við Kringvarpið, at hann hevði keypt inn undir seg, tí at hann skuldi fáa fleiri ferðafólk, sum skuldu hava leigubilar frá honum, men nú hava fleiri av teimum avlýst túrin til Føroya. Tí hevur hann nógv diesel liggjandi í einum - sum hann sigur - góðkendum tanga á fyritøkuni.
Fleiri fólk hava á netinum funnist at tí ovurhonds høga prísinum, men Tummas Thomassen sigur, at tað eru fleiri, ið hava keypt frá honum. Hann hevði 415 litrar, tá ið hann lýsti á Rótikassanum, men longu á middegi í dag var alt selt.
90 krónur fyri liturin
Hann hevur ikki ikki nógvar viðmerkingar til, hví hann selur tað fyri ein fýrfaldaðan prís, í mun til hvat vanligi prísurin er, bara at tað hevur kostað honum nógv stríð at fáa fatur í brennievninum, og at um fólk ikki vilja keypa, so lata tey vera.
Hann sigur, at millum annað hevur onkur fyritøka keypt frá honum, og tey siga, at tað hevur størri týdning fyri fyritøkuna at sleppa kring landið enn at standa, hóast tey mugu rinda nógv fyri brennievni. Teir síðstu hundrað litrarnir vóru seldir á uppboði millum tvær fyritøkur, og onnur fyritøkan endaði við at keypa teir síðstu litrarnar fyri 90 krónur fyri liturin.
Tað eru eisini ferðafólk, sum hava fingið leigubilar frá øðrum fyritøkum, sum hava keypt diesel frá honum.
Grásona
Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftinum, sigur, at tað er ein álvarsom grásona at selja brennievni í privatari sølu, eisini tá ið talan er um flutning og goymslu av brennievni.
Hann hevur ikki nakað svar í dag, um Faroerental hevur loyvi at selja diesel í privatari sølu, men væntar at vita meira í morgin.