Samuel: Hesum havi eg bíðað leingi eftir

Samuel: Hesum havi eg bíðað leingi eftir
HB-verjuspælarin Samuel Chukwudi fegnast um at vera aftur á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð í hálvtannað ár. Hann er sloppin av við knæskaðan, og nú vil hann hava fast pláss
27.05.2024 - 12:13

Samuel Chukwudi er við aftur á fótbóltslandsliðnum fyri fyrstu ferð í hálvtannað ár, og nú er stinni HB-miðverjin til reiðar at spæla um fast pláss á liðnum.

 - Hetta er ordiliga deiligt, og eg havi bíðað leingi eftir hesum, segði Samuel Chukwudi.

Stórtalentið, sum spældi fast í HB-miðverjuni longu sum 17 ára gamal undir danska venjaranum, Jens Berthel Askou, hevur verið darvaður av knæskaða leingi. Í ár hevur hann kortini verið á vøllinum í øllum 11 landskappingardystunum hjá HB.

 - Í fjør sá tað nokk so svart út við skaðanum hjá mær. Eg visti ikki ordiliga, hvat fór at henda, og hvat eg skuldi gera, tí tað var ikki nógv sum riggaði, men í ár hevur tað riggað, og eg eri komin fyri meg, so tað er ordiliga gott, segði miðverjin í tíðindafundi fyrrapartin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564