Fegnast um broyting í sjófeingislógini

Fegnast um broyting í sjófeingislógini
Ætlaðu broytingarnar í sjófeingislógini fáa ikki bara ringt skoðsmál
Endiliga lurta politikararnir eftir okkum, sigur Jan Højgaard.
 
27.12.2024 - 09:42

Ætlaðu broytingarnar í sjófeingislógini fáa ikki bara ringt skoðsmál.

Formaðurin í Fiskimannafelagum, Jan Højgaard, fegnast um, at uppsjóvarskip skulu sleppa at landa helvtina av svartkjafti, makreli og sild uttanlands. 

Nú er hámarkið 15 prosent. 

Hetta hevur Fiskimannafelagið ofta biðið um. 

Fiskimannafelagið hevur brúkt nógva tíð uppá at fáa hetta broytt, sigur Jan Højgaard. 

Nú kunnu skipini avreiða, har besti prísurin fæst.

Tað ger, at manningarnar fáa meira í sín part, og tað fáa reiðaríini og landskassin eisini, sigur Jan Højgaard.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008