
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hans Andrias vann Sement 2025

Hans Andrias stóð eftir sum vinnari av Sement 2025. Endabresturin varð hildin í Reinsarínum leygarkvøldið.
Tunghoyrt endaði á øðrum plássi og Ronja á triðja. Hini, ið eisini høvdu spælt seg í finaluna, vóru Ókendir, Óli, Bolstad, Karla Hansen og Jarzhe.
Seinastu fýra vikuskiftini hava 27 bólkar og einstaklingar kappast í Sement, har bæði heiður og góðir vinningar hava verið á spæl. Finalan varð send beinleiðis í sjónvarpinum, og luttøkan var ikki bara met høg í ár – støðið var eisini óvanliga høgt.
Sement-verturin, Filip Mortensen, legði dent á, hvussu glaður hann var fyri ikki at skula taka avgerðina sjálvur, meðan dómararnir tó mettu, at hóast harða kapping, var lætt at velja vinnaran. Um Hans Andrias søgdu teir: “Hann hevur internationalt støði, kann spæla allastaðni í heiminum, bar seg ógvuliga væl at á pallinum og hevur eina fantastiska rødd.”
Tunghoyrt tók øll á bóli
Eitt er, hvat vit í Føroyum halda er gott, men nakað heilt annað er, hvussu útlendingar hoyra føroyskan tónleik – sum sagt: Gløgt er gestsins oyra. Ein av vinningunum í ár var møguleikin at sleppa at spæla á viðurkenda danska bransjufestivalinum Spot. Tað var eingin minni enn tungmetalbólkurin Tunghoyrt, sum vann henda møguleikan, hóast teir gjørdust nr. 2 í sjálvari Sement-kappingini. Eisini G! Festivalurin vísti stóran áhuga fyri bólkinum og bjóðaði teimum pláss á plakatini til summar.
Anna Lachino heiðrað fyri arbeiðið við Open Mic
Anna Lachino vann eisini ein heiður á Sement 2024. Anna og maður hennara, Arnold Ludvig, hava í meira enn eitt áratíggju staðið fyri átakinum Open Mic, sum hevur verið ein týdningarmikil pallur fyri ungar tónleikarar at taka sítt fyrsta fet inn í føroyska tónleikaheimin.
Í samband við ársins finalu varð dentur lagdur á týdningin av hesum átakinum, har øll, sum hava luttikið á Open Mic, komu á pall. Hergeir Staksberg, fyriskipari av Sement, handaði Annu heiðursgávuna og legði í tí sambandi dent á, hvussu stóran týdning arbeiðið hjá henni hevur havt fyri føroyska tónleikamentan.