Løkke og Rubio hittast í vikuni

Løkke og Rubio hittast í vikuni
Hetta er fyrstu ferð, at danski og amerikanski uttanríkisráðharrin hittast, síðani Trump, forseti, lovaði at taka valdið í Grønlandi
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.04.2025 - 11:19

Fyri fyrstu ferð, síðani Donald Trump tók við seinna forskeiði sínum í USA, skulu danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hittast. 

Tað siga tvey embætisfólk við blaðið Financial Times.

Fundurin millum Marco Rubio og Lars Løkke Rasmussen verður í sambandi við Nato-fundin í Brússel hósdagin, siga embætisfólkini, sum eru kunnað um fyrireikingarnar, við blaðið.

Hetta vera fyrstu samrøðurnar andlit til andlits á høgum stigi, síðani Trump lovaði at taka valdið í Grønlandi, skrivar NTB

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017