Aðalorðaskifti um sjófeingi verður 3. apríl

Aðalorðaskifti um sjófeingi verður 3. apríl
Hetta er fyrsta frágreiðingin hjá nýggja landsstýrismanninum í fiskivinnumálum
Jóhan Christiansen er landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2025 - 08:28

1. apríl fer Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, at leggja fram árligu frágreiðingina um sjófeingi.

Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um hana 3. apríl.

Tingfundir verða aftur fríggjadagin 28. mars og mánadagin 31. mars við framløgu á skránni.

Fíggjarmálaráðið skal leggja fram uppskotið um játtanarkarmar fyri 1. apríl.

 1. apríl eru eisini ófráboðaðir fyrispurningar á dagsskránni hjá løgtinginum.   


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664