
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump leggur eykatoll á allar útlendskar bilar

Donald Trump segði á tíðindafundi í Hvítu húsunum í gjár, at 2. apríl verður ein eykatollur uppá 25 prosent settur á allar bilar, sum ikki eru framleiddir í USA.
- Hetta er byrjanin til at gera USA frælst aftur. Vit fara at taka teir pengarnar aftur, sum eru tiknir frá okkum gjøgnum árini, við at seta toll á tey londini, sum hava stolið okkara arbeiðspláss, okkara vælferð og nógv annað, segði Donald Trump á tíðindafundinum.
ES útflytur sum er bilar og billutir til USA fyri meiri enn 40 milliardir dollarar um árið.
Sambært heimasíðuni caranddriver.com vóru bert níggju av teimum 25 mest seldu bilsløgunum í USA í fjør amerikansk.
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
ES viðger støðuna
ES fer næstu dagarnar at greina og meta um avleiðingarnar av ætlanunum hjá Donald Trump.
- Sum eg havi sagt fyrr, so er tollur eitt slag av skatti - hann er skaðiligur fyri fyritøkur og upp aftur verri fyri brúkaran - bæði í USA og í ES," sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, í eini fráboðan.
Útmeldingin hjá Donald Trump í gjár sást eisini aftur á evropeiska partabrævamarknaðinum í morgun. Partabrævavirðið hjá Volkswagen minkaði 3,6 prosent, BMW 3,9 prosent og Porsche 4,2 prosent, skrivar Reuters.