- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenny C. Petersen gevst sum stjóri á Tjóðpallinum

Í sambandi við at Jenny C. Petersen, hevur seinasta starvsdag sum stjóri á Tjóðpalli Føroya, verður almenn móttøka á Tjóðpallinum fríggjadagin 28. mars klokkan 15.00.
Jenny C. Petersen hevur starvast sum stjóri á Tjóðpalli Føroya síðani Tjóðpallurin var stovnaður í 2005.
Tá tað á sinni var avgjørt at arbeiða fram ímóti at seta ein Tjóðpall á stovn í Føroyum, var Jenny, eftir ynski frá Eyðuni Johannessen, ringd heim úr Noregi at verða við til at stíla fyri hesum. Jenny hevur síðan tá staðið á odda fyri Tjóðpalli Føroya, og hevur hon verið við til at ríka okkara palllistarligu upplivingar og mentanararv við øllum teimum verkum, ið eru sett á pall á Tjóðpallinum seinastu mongu árini, skriva Tjóðpallur Føroya og Leiklistaráðið í tíðindaskrivi.
Umframt at hava staðið á odda fyri Tjóðpalli Føroya og allari tí palllist, ið vit hava fingið møguleikan at uppliva har, hevur Jenny saman við øðrum góðum fólki lagt stóra orku í arbeiðið fram ímóti einum nýggjum Tjóðleikhúsi í Føroyum. Tá snøklarnir á politiska økinum koma uppá pláss, liggur alt tað arbeiðið klárt at bera á mál, stendur í tíðindaskrivinum.