Málið um sekt til Bakkafrost til Statsadvokatin

Málið um sekt til Bakkafrost til Statsadvokatin
Ákæruvaldið hevur viðgjørt málið, og hevur gjørt fyribils niðurstøðu
Málið byrjaði í 2021, tá Heilsufrøðiliga starvsstova vildi geva Bakkafrosti sektaruppskot.
 
21.03.2025 - 12:20

Ákæruvaldið fer nú at senda Statsadvokatinum málið um sektina hjá Bakkafrosti.

Statsadvokaturin hevur biðið um at síggja málið, tí tað hevur verið so ofta í fjølmiðlunum.

Málið er gamalt. 

Tað byrjaði í 2021, tá Heilsufrøðiliga starvsstova vildi geva Bakkafrosti sektaruppskot.

Heilsufrøðiliga starvsstovan læt fútanum málið í 2022. 

Ákæruvaldið hevur viðgjørt málið, og hevur gjørt fyribils niðurstøðu.

 

Katrin Thorsvig Hansen.

 

Vil einki siga

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, vil ikki siga, hvør niðurstøðan hjá teimum er.

Heldur ikki vil hon siga, hvussu stór ein møgulig sekt sambært ákæruvaldinum skal vera.

Tá, fyri sløkum fýra árum síðani, var tosað um 67 mió. kr.

Statsadvokaturin kann gera viðmerkingar um tað, sum hann fær frá ákæruvaldinum í Føroyum.

Men ákæruvaldið hevur endaligu avgerðina, sigur Katrin Thorsvig Hansen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Leygardag 22. mars
Morgunlestur leygardagur 22.mars 2025
189610
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551