FMA 2025: MC Restorff fekk ársins tónleikaheiður

FMA 2025: MC Restorff fekk ársins tónleikaheiður
Ársins tónleikaheiður 2025 varð í kvøld væl uppiborið latin MC Restorff, fyri at hava latið føroyingum ríkan sangskatt
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2025 - 22:02

MC Restorff hevur ríkað føroyska tónleikapallin í hálva øld, og fyri tað var MC Restorff í kvøld væl uppiborið heiðraður til FMA í kvøld við ársins tónleikaheiðri. 

MC Restroff hevur havt ein serligan leiklut at føroyska tónleikapallinum, tí MC hevur fram um nakran annan í Føroyum bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik.

Hann tók nýggj ljóðføri í brúk, trummur og el-gittarar, sum trúarrørslurnar høvdu skýggjað. Eisini læt hann seg freista av øllum tí søta, sum hin verðsligi, rútmiski musikkurin lokkaði við.

Tilkomin samkomufólk vóru ikki øll líka fegin um modernaða rákið, sum nú gjøgnumseyraði nýggja andaliga tónleikin í Føroyum. Og sum tann stóri reformatorurin og provokatørurin í hesari eldfimu endurnýggingarstremban mundi MC javnan fáa toyggið.

 

Íbirtarin

MC Restorff er ikki tann, ið trokar hini av, fyri at standa fremstur á palli. Hann leggur seg mest eftir at skriva sangir, at velja vandaliga burturúr, tá sangarar og spælarar skulu finnast, og síggja til, at alt verður tikið væl upp og givið út á plátu. Hann er íbirtarin, sum fær alt í lag.

Í øllum gongur aftur hansara nærlagni, hansara ansur fyri dygd og endurnýggjan, og hugurin at samstarva við og leiða fram á torg yngri, gávað tónlistafólk og sangarar bæði innan og uttan samkomugátt.

FMA_25_MC_RESTORFF_NYTT_TIL_WEB


Kvøða til MC Restorff eftir Suna Merkistein, mentanarjournalisti í Kringvarpi Føroya:

Ein nýggj føroysk plátuútgáva í 1971 vekir ans. Nikodemussangbólkurin kalla teir ungu menninir seg, ið síggjast á plátuhúsanum - avmyndaðir ein summardag í Viðarlundini í Havn. Ein manskvartet úr Brøðrasamkomuni. Sangtekstirnir eru andaligir, sangljómurin eyðkendur og hugtakandi, fleiri hugsaðu kanska um Sangbrøður, ungir menn úr somu samkomu, ið nøkur ár framman góvu út plátur við líknandi sangi.

 

Men Nikodemussangbólkurin er okkurt annað. Ljómurin og huglagið er eitt sindur meira modernað. Og so gera teir eisini sítt egna. Ein av unglingunum í hesum bólki dugir kynstrið at smíða løg. Sangurin Meistarans hond var hansara verk.

Nikodemussangbólkurin - við eitt sindur skiftandi manning - leggur fleiri LP-plátur úr hondum komandi árini. Í 1975 "Lív" - og í 1977 "Hann legði í munn mín nýggjan song".

Nú hava tey flestu varnast, hvør høvuðsmaðurin er.

Hann er ikki tann, ið trokar hini av, fyri at standa fremstur á palli. Hann leggur seg mest eftir at skriva sangir, at velja vandaliga burturúr, tá sangarar og spælarar skulu finnast, og síggja til, at alt verður tikið væl upp og givið út á plátu. Hann er íbirtarin, sum fær alt í lag.

 

Í 1980 tekur hann dik á seg og gevur út sína fyrstu eginútgávu. Fleiri av sangunum vóru tráspældir í Kvøðuljómunum í útvarpinum - allir føroyingar tóku nú M.C. Restorff til sín.

M. C. Restorff hevur fram um nakran annan í Føroyum bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik. Hann tók nýggj ljóðføri í brúk, trummur og el-gittarar, sum trúarrørslurnar høvdu skýggjað, eisini læt hann seg freista av øllum tí søta, sum hin verðsligi, rútmiski musikkurin lokkaði við.

Tilkomin samkomufólk vóru ikki øll líka fegin um modernaða rákið, sum nú gjøgnumseyraði nýggja andaliga tónleikin í Føroyum. Og sum tann stóri reformatorurin og provokatørurin í hesari eldfimu endurnýggingarstremban mundi MC javnan fáa toyggið.

 

Við stórfingnu útgávuni "Ymiskt á leiðini" í 1988 gongur MC uppaftur nýggjar leiðir. Her fær hann fólk úr flest øllum trúarrørslum at ganga saman í sanginum "So ymisk og tó".

Sangirnir røkka nú eisini útum sjálvan gleðiboðskapin. "Føroyingar" er mest av øllum ein fosturlandssangur. Sangurin "Hjúnarbandið hótt" man vera eitt nýbrot sum andaligur sangur við síni lýsing av einum útkólnaðum parlagi.

MC er framvegis útgávuvirkin upp gjøgnum 90-árini og fram í nýggju øldina. Í øllum gongur aftur hansara nærlagni, hansara ansur fyri dygd og endurnýggjan, og hugurin at samstarva við og leiða fram á torg yngri, gávað tónlistafólk og sangarar bæði innan og uttan samkomugátt.

MC Restorff hevur latið føroyingum ríkan skatt. Eftir hann liggja sangir, ið framvegis liva sítt fríska lív. Bustar tú dustið av teimum elstu, síggjast teir framvegis skína. 

MC tók við sínum sangum niður garðar, ið høvdu stikað føroyingar inni í einum sundurbýttum heimi millum heims og heljar. Við sínum songum savnaði hann okkum øll at syngja sama lag.

Fyri alt hetta verður ársins tónleikaheiður 2025 latin M. C. Restorff.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Leygardag 22. mars
Morgunlestur leygardagur 22.mars 2025
189610
Fríggjadag 21. mars
Vikuskiftið 21 mars 2025
189599
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551