- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2025: Føroyski tónleikapallurin mintist Hans Jacob Hjelm
FMA 2025: Føroyski tónleikapallurin mintist Hans Jacob Hjelm
Síðsta vikuskifti andaðist kendi føroyski dansibandstónleikarin Hans Jacob Hjelm í einari syrgiligari vanlukku. Í kvøld mintust føroyskir tónleikarar Hans Jacob til FMA
21.03.2025 - 20:38
Hans Jacob Hjelm var ímyndin av dansibandstónleiki í Føroyum, og ferð eftir ferð fylti hann dansistøð kring landið við sínum lætta lyndi og eins løttu tónum.
16. mars sløknaði kanska bjartasta dansibandsstjørnan her á landi, tá Hans Jacob Hjelm andaðist í einari sera syrgiligari vanlukku uttan fyri Hotel Hilton í Havn.
Føroyski tónleikapallurin mintist í kvøld Hans Jacob Hjelm í sambandi við FMA 2025 í Varpinum í Klaksvík.
Eisini sendingini Upp á tá í útvarpinum í kvøld er ognað Hans Jacob Hjelm.
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, skrivaði soljóðandi kvøðu til Hans Jacob Hjelm.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV